Renn teg klókan

Deil á Facebook
Mánadagur 16. august 2010 - 12:53

Nýggj gransking vísir, at tað ikki bara er gott fyri kropp og sál at renna, men eisini fyri heilan. Renning økir um mongdina av BDNF, sum m.a. evnar heilakyknir og búnar verandi kyknur, so tær arbeiða betri.

Rennandi læknin Jerk W. Langer vísir á, at tá vøddarnir verða brúktir til at renna, hendir ein kemisk viðgerð í m.a. hippocampus. Nýggjar heilakyknir verða framleiddar, og úrslitið er millum annað, at vit styrkja um minnið.

Fyri at fáa so nógv burturúr, sum gjørtligt, tá tað snýr seg um at styrkja minnið, er neyðugt at fáa sveittan fram. Tað sær út til, at tað ikki er nóg mikið at ganga ein langan túr. Tú skalt hava pulsin upp og møðast. Men tað er, sum vit hava hoyrt so ofta, betri at ganga ein langan túr, enn at lata vera. So byrja við gongutúrinum, um tú ikki orkar, ella hevur fysikk til at renna í løtuni. So kann renningin koma, tá tú ert blivin betri fyri.

Mynd: Jerk W. Langer

Meira um Jerk W. Langer á:
www.jerk.dk


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…