Í fyrstani ert tú nøgd/ur, um tú klárar at renna ein kilometur, uttan at steðga. Síðani arbeiða teir flestu rennarar seg spakuliga fram, og aftaná nakrar mánaðir, ella eitt lítið ár kanska, megna teir at renna millum fimm og tíggju kilometrar við lutfalsliga góðari ferð. Men nógv koma ikki ordiliga víðari, tá hetta málið er rokkið.Um tað er so, at tey ikki vilja gerast enn betri, so er alt í lagi, men tað eru nógv sum gjarna vilja renna enn skjótari, og hvat skal mann so gera?
Metta Mølgaard, sum er persónligur rennivenjari, hevur nøkur góð ráð, sum hon fortelur um í blaðnum Fit. Tað snýr seg um at pressa kroppin, og tað kann vera hart, so hví ikki brúka ávísar snildur, spyr hon.
TEMPOSKIFT
Um tú rennur við høgum tempo ein part av rutuni, so gerst tú sum frá líður ein skjótari rennari. Finn tí eitt slag av temposkifti, sum hóskar til tín. Tað nýtist ikki at vera meira kompliserað enn so, at tú byrjar við at renna túrin við miðal tempo, og so rennur tú so skjótt sum tú orkar tann síðsta partin av túrinum. Tað ber eisini til at skifta millum miðal-tempo og spurt fleiri ferðir á rutuni.
RENN UM KAPP
Tað eru fleiri mátar at kapprenna. Tað stuttligasta er at renna kapp við onkran, sum tú kennir og rennur saman við. Tá hava vit hug at pressa á, og tað gevur góð útslit, tá vit hava vant við høgum pulsi av og á eina tíð. Men ansa eftir skaðum. Hita væl upp, áðrenn tit fara til stroks.
TØKNI
Nógv dáma best at renna einsamøll, og tá er torført at kapprenna við onkran annan. Men tað ber eisini til at kapprenna ímóti sær sjálvum. Dámar tær væl tøkni, so kann ein GPS-ari vera hentur. Har sært tú m.a. hvussu skjótt tú rennur, meðan tú ert úti, umframt at tú kanst leggja rutuni inn í telduna, tá tú kemur heim og síggja bæði longd, tíð, miðalferð, kaloriibrenning o.a.
SAMA RUTA
Dámar tær ikki so væl alt hetta tøkniliga, sum kanska órógvar túrin, so kanst tú eisini brúka ein meiri einfaldan hátt. Renn somu rutu eina ferð um vikuna, og hygg so eftir klokkuni, tá tú fert út gjøgnum hurðina, og so aftur tá tú kemur heim. Royn so at renna túrin skjótari í næstu viku. Á tann hátt ber til at njóta túrin fult og heilt, tó at tað sjálvsagt er hart at royna av sláa sína egnu tíð.
Góðan túr.