Nógvir rennarar og serliga teir sum renna longri teinar kenna til at fáa skaðar - størri og smærri. Talan kann verða um skinnabeinsbruna, eymar hælsinir og pínu í knøunum. Nógv hava gjørt seg klókan upp hví skaðarnir koma og hvussu hesir kunnu fyribyrgjast. Semja er um, at skaðarnir m.a. koma tí vit gera ov nógv av. Vit yvirbelasta liðir, spengur og vøddar. Ráðini til rennarar kunnu so t.d. verða at ikki gera so nógv av eina tíð, fyri at vita um skaðin hvørvur. Eisini skulu tey sum ætla sær at fara undir at renna, minnast til ikki at gera ov nógv av.
SKIFT RENNILAG.
Eini ráð til rennarar kunnu verða at renna upp á ymiskar mátar. Her verður ikki hugsa um at renna skjótt, ella seint, ella intervallir ella okkurt annað, men at skifta rennilag.
Eitt nýtt rák sum hevur tikið seg upp millum rennarar er at renna á leistum. Ella at renna í skóm, sum ikki hava nakra serliga stoytdoyving. Tá tú rennur á leistum, ella í hesum serligu skógnum, vilt tú renna soleiðis at tú lendur á forfótinum, heldur enn á hælinum, so sum vanligir renniskógvar leggja upp til. Tað at lenda á forfótinum verður hildið at vera eitt meira natúrligt rennilag. Og tá eru tað meira vøddarnir, sum sum dempa stoytin, heldur enn liðirnir, sum dempa, tá tú lendir á hælinum.
Tú kanst royna at renna í ongum skóm á einum hørðum gólvi og vita, um tað ikki kennist meira behagiligt at seta forfótin fyrst í gólvið, heldur enn hælin. Á einum rennibandi ber væl til at venja seg at renna á forfótinum, serliga um tú gevur bandinum eitt lítið hall uppeftir. Tú kanst meðan tú rennur á bandinum royna at skifta í millum at lenda á hælinum og á forfótinum. Tú vil helst leggja merkið til, at tað larmar meira tá tú rennur á hælinum. Tað merkir so, at stoyturin er eitt sindur harðari tá.
Undirritaði var einaferð farin at renna á einum rennibandi, men hevði gloymt skógvarnar eftir. So rann eg bara í ongum skóm og lendi tí á forfótinum. Eg rann í einar 20 minuttir og eg hevði eymar tjúkkar í eina viku. Tvs. at belastningurin var heilt ørvísi við hesum broytta rennilagnum.
Skal man so púrasta broyta rennilag? Nei, sum við so nógvum øðrum er einki endaligt svar um hvat er best, so eitt sindur av hvørjum er nokk tað frægasta. Gransking vísir tó, at tá tú hevur vænt teg við at renna á forfótinum fækkast skaðarnir. Men tað er týdningarmikið at venja seg spakuliga við eitt nýtt rennilag.
Onnur renniløg kunnu verða at skifta millum at renna og ganga, síðurenning og so kann man t.d. tá man kemur til eina brekku, royna at bakka niðangjøgnum brekkuna.
Her er ein filmur um hvussu tað er at renna á leistum.