Reyðvín og grønt te drepur krabba

Deil á Facebook
Sunnudagur 22. august 2010 - 08:31

Reyðvín og grønt te eru nakrar av sunnastu matvørum, sum eru til, og saman kunnu tær forða fyri at krabbi veksur í prostata. Og nú vita granskarar eisini hví so er, og hendan nýggja vitan hjálpir ómetaliga nógv, tá heiligvágur skal mennast. Vínið skal tó njótast vi máta, mean grønt te kann drekkast javnan.

Nýggja vitanin er ikki bara týdningarmikil fyri krabba í prostata, men eisini fyri annan krabbavøkstur, eitt nú krabbi í tarmunum, bringuni og maganum.

Tað eru polyphenol antioxidantirnir í reyðvíni og grønum te, sum órógva signalvegirnar hjá krabbakyknunum, tá hesir antioxidantirnir verða blandaðar. Signalvegurin er týdningarmikil fyri krabbakyknur, og ein heilivágur, sum byggir á evnini, sum finnast í reyðvíni og grønum te, kann vónandi forða fyri at krabbi mennir seg, ella minka um vøksturin.

Granskarar hava roynt at givið músum polyphenol antioxidantirnir. Mýsnar vóru genbroyttar, so tær høvdu prostata-krabba frá menniskjum, og royndirnar vóru sera jaligar, sigur Gerald Weissmann, blaðstjóri á Federation of American Societies fyri Experimentala Lívfrøði, har nýggjastu granskingarúrslitini eru almannakunngjørd.

Kelda:
faseb.org


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…