Set tær veruleikakend mál

Deil á Facebook
Mánadagur 21. mars 2011 - 11:33

Kundi tú gott hugsað tær at havt meiri tið til familjuna, ella til tín sjalvs. Kundi tú hugsa tær at liva sunnari, og kanska klænka nøkur kilo. Kundi tú hugsað tær, at tað var ett sindur hampiligari bæði inni í húsum tínum og rundanum tey.

So ert tú ikki einsamøll ella einsamallur. Trupulleikin við slíkum ynskum, sum teimum omanfyri, er bara ofta, at tey ikki eru nóg ítøkilig, tá tú skalt í holt við tær broytingar, sum skulu til. Har er eitt sindur for nógv Miss World yvir teimum: ”Eg ynski, at tað skal verða friður í heiminum...o.s.fr.”


LAT FERÐINA BYRJA
Tað er alt í lagi at hava yvirskipað ynskir, men fyri at røkka teimum, mugu vit bæði fáa gjørt tey meiri ítøkilig, og sett tey inn í ein tíðarkarm. Vit skulu vita, hvat vit skulu gera, nær vit skulu gera tað, og hvussu leingi tað tekur at røkka fyrst lutmálum, og at enda sjálvum málinum. Lat tað tó verða sagt beinanvegin, at nógv av tí, sum eg tosi um her (tó at tað fyribils kanska kann tykjast eitt sindur mjørkakent) ikki hevur nakað endaligt mál. Tá ”málið” er rokkið, snýr tað seg nevniliga um at halda fast í tað broytta lívið, og tað er ein uppgáva, sum krevur viðlíkahald.


LUTMÁL
Tey flestu okkara vilja broyta familju-lív og arbeiði ella (og) kost og rørslu. Bara tankin um at sleppa av við 20 kilo, um tað er tað ein vil, kann vera so ræðandi, at tú ongantíð fert í holt við at eta sunnari og røra teg meira. Bara tankin um at skula upp ein tíma áðrenn tú plagar, kann fáa teg til at gloyma alt um tað, tí tú fært ikki farið fyrr í song, tá tú hevur so nógv at gera um kvøldi. Men her er tað, at lutmálini kunnu hjalpa okkum. Ítøkiligu lutmálini.


FAMILJAN
Tað finnast nógvir tíðar-tjóðar í gerandisdegnum. Tveir teir størstu eru sjónvarp og telda. Vilt tú, at familjan skal hava meira til felags, so kunnu tit t.d. byrja við at hava kvøld um vikuna, har sjónvarpið ikki verður tendrað fyrr enn klokkan 21. Hetta kvøld er heldur ikki loyvt at sita við teldu áðrenn klokkan 21.
Hvat skal mann so gera? Ja, mann kann sita við einari bók, skriva eitt bræv til ommuna, tekna ella kanska spæla okkurt borðspæl (kort, ludo, kina-talv o.l.). Tað ljóðar kanska øgiliga ”gammeldags”, men børnini vilja elska tað. Ikki tí, at tað er so øgiliga øsandi at spæla Uno o.l, men tí at tey vaksnu tíma at spæla saman við børnunum.

Eitt heilt sjónvarpsfrítt kvøld um vikuna, kundi verið næsta mál. Kanska tvey tílík um um vikuna um summarið, og annars sum frá líður vera meira varin við at tendra tíðar-tjóðar. Er tað ”Dagur og Vika” klokkan sjey, sum er orsøkin til, at sjónvarpið verður tendrað og ikki sløkt aftur, so ber til síggja ”Dag og Viku” á internetinum (www.svf.fo) seinni á kvøldi.

Summar barnafamiljur hava tann politikk, at sjónvarpið ikki verður tendrað fyrr enn børnini eru sovnað. Tó sleppa børnini at hyggja at barnaløtuni frá 18 til ca. 18.30, men so verður ”kassin” sløktur aftur. Góð skipan!!

Men hugsa um lutmál, tá tit fara í gongd. Fyrst nakrar minuttir av góðskutíð, síðani tímar, dagar, mánaðir og at enda ár. Set ynski og tal á. Skriva kanska á eitt pappír, hvat tað er, sum tit vilja hava. Tey vaksnu fara ivaleyst at skriva okkurt yvirskipað, a la tað, sum hendan greinin byrjar við, meðan børnini vilja vera meiri ítøkilig. Út frá ynskjunum hjá bæði børnum og vaksnum, kunnu tit so gera eina ítøkiliga ætlan.


MATUR OG RØRSLA
Tá tað snýr seg um at broyta lívsstíl í sambandi við mat og rørslu, so ber til at brúka sama framferðarhátt, sum við tíðsspilluni og familjuni. Tað snýr seg um at fáa gjørt eina ætlan, sum ber til at halda. Eina ætlan, sum byrjar varliga og trygt, og so verður útbygd so hvørt sum tú ert til reiðar.

Er málið at fáa skift alt tað hvíta breyðið út við grovari breyð, sleppa av við sum mest av sukrinum, klænka 25 kilo og fara undir at venja til Tórshavn maraton í september, so er nærum heilt vist, at tað ikki fer at eydnast. Hinvegin, so ber til at byrja við breyðinum, og tað er als ikki vist, at tað er neyðugt at skifta alt tað hvíta breyðið út. Hví ikki fáa tað til vana, at leygardag verða góðir hálv-ljósir bollar bakaðir? So kann húsfólkið gleða seg til tað.

Um farið verður fram eitt fyri og annað eftir eftir omanfyri nevnda leisti: Altso fyrst út við eitt sindur av hvíta breyðinum, minni sukur, færri kilo, renning....so kann tað henda av sær sjálvum. Tá tú etur grovari og sunnari mat, minkar trongdin til sukur. Tá tú etur sunnari, klænkar tú, og tá tú klænkar, er lættari at ganga skjótt og at enda at renna. Smart :-)

Góða eydnu, og minst til at seta ítøkilig orð á, og at seta tær lutmál. Tað nyttar einki at vilja alt í senn, og harafturat verða sveimandi ynskir sjáldan til nakað, um ein ítøkilig ætlan fyri at røkka tí sveimandi, ikki verður havd í huga. Eitt ynski um meira tíð, byrjar við at okkurt verður gjørt, sum hevur við sær at tú vinnur tíð – far t.d. fyrr í song og fyrr upp, tí heilin arbeiðir best fyrrapartin. Eitt ynski um at fáa meiri fríska luft, krevur kanska at tú setur bilin, og gongur til arbeiðis o.s.fr.

Og so er eisini at hava í huga, at tað er einki galið við tær. Tú ert tann sum tú ert, sjálvt um tú vigar nøkur kilo ov nógv, ella ikki klárar at renna 10 km upp á trý korter. Men tað kann vera, at tann veruligi persónur, sum tú ert nú, hevur hug at fremja nakrar broytingar - broytingar, sum ikki broyta teg sum persón, men sum kanska førka eitt sindur við tína útsjónd, lívsstíl og umhvørvi.

Heilsan
Leif


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Náttmatur fitar ikki…

Tað finnast nógvar íspunnar søgur, tá tað snýr seg um…

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…