So sunnur, at hann er verdur at gráta fyri

Deil á Facebook
Mánadagur 31. oktober 2011 - 03:00

Tjóðargrønmeti føroyinga er óivað leykurin. Tað er sjáldan at vit gera mat, og leykur ikki verður brúktur, og tað skulu vit bara halda áfram at gera. Tí leykur er smekkfullur av øllum møguligum góðum.

Ein miðalstórur leykur inniheldur umleið 60 kaloriur og eini 14 gr av góðum kolhydratum. Í leyki eru bæði B6, B1 og C-vitaminur, umframt folinsýru, kalium, krom, og kosttrevjur.

Eisini eru ikki færri enn eini 150 sløg av ymiskum evnavørum (kemikalium), m.a. disulfidur, trisulfidur og quercetin. Alt evnir, sum fyribyrgja skaðar á kropsvevna.

Ráur leykur er serliga góður fyri tað góða kolestorolið (HDL). Ein hálvur ráur leykur um dagin kann økja HDL hjá fólki, sum hevur ov lágt HDL, við 30 prosentum.

FAKTA
Leykur er í ætt við linju-blómuna.

Tað hevur í øldir verið hildið, at leykur gevur eyka styrki. Bæði egyptiskur pyramidybyggjarar og rómverskir hermenn óti nógvan ráan leyk.

Tað ber til at leggja leykin í frystaran einar tveir-tríggjar minuttir áðrenn tú sker hann, fyri at sleppa undan at tára.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini