Hevur tú upplivað at verða noydd/ur at blaka ein hálvan pakka av skinku ella skornum hamburgararyggi burt. So ert tú ikki tann einasta ella einasti. Men tað ber at hava eina skipan, sum forðar fyri, at pálegg ikki verður etið.
Tað snýr seg um at brúka frystaran, og so eitt sindur av støddfrøði. Tá tú hevur verið til handils og kemur heim við pálegginum, skal tú skera livradeiggi í minni pettir, og so frysta tey. Eitt petti skal røkka til 2-3 dagar, tá hugsað verður um hvussu nógv fólk tit eru í húsi, og hvussu nógv tit eta.
Skornað páleggið verður skilt varliga, og lagt í eitt langt ílæt, sum tolir frost. Legg skivurnar eitt sindur oman á hvørja aðra, so ber til at bróta ella benda tríggjar-fýra skivur (ella so nógv sum tú skalt brúka næstu tveir dagarnar) av, meðan tær eru frystar.
Preið: Tað er nóg tíðliga at taka fryst pálegg til matpakka upp um morgunin. Fryst pálegg omaná breyðflísarnar, tiðnar áðrenn matpakkin skal etast á døgurða.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…