Soleiðis klænkar tú

Deil á Facebook
Hósdagur 30. september 2010 - 14:17

Tað er fyri so vítt ikki talan um rakett-vísindi. Tað snýr seg um at fáa færri kaloriur í kroppin enn kroppurin hevur brúk fyri at brenna fyri at halda teirri vekt, sum hann hevur í løtuni. Etur tú mat, sum inniheldur færri kaloriur enn tað, so klænkar tú.

Men tá tað er sagt, so er ymiskt, sum vit kunnu gera fyri at bøta um, og skunda undir úrslitið. Eitt tað besta er at fáa sett brenningina í kroppinum upp. Tá kunnu vit eta meira enn vit kunnu, um brenningin er lág, og so kenna vit ikki so nógva svongd, meðan kiloini fara av.

HUNGURSNEYÐ
Fyri at fáa sett brenningina upp, er neyðugt vat eta. Hungra vit okkum, minkar brenningin niður í nærum einki. Kroppurin heldur tað er hungursneyð, har tú býrt, og byrjar at goyma upp á feittið í kroppinum, soleiðis at tú kanst yvirliva til hungursneyðin er av.

Et tí einar seks máltíðir um dagin, um tú vilt klænka. Tær seks máltíðirnar mugu gjarna verða morgunmatur, morgunbiti, døgurði, millummáli, nátturði, og so ein lítil kvøldmáltíð.

Vilt tú klænka skjótt (sum tó ofta endar við, at mann tekur skjótt upp á aftur), so skal samlaða kaloriutalið niður á einar 1200 kcal um dagin, um tú ert kvinna, og einar 1500, um tú ert maður. Hesi tøl eru tó eitt sindur ymiskt frá persón til persón.

Royn tí heldur at eta eitt sindur meira enn tað, og so blanda sunna og soltna matin við eitt sindur av rørslu. Gongur tú ein góðan túr hvønn dag, ella rennur einar tríggjar ferðir um vikuna, kanst tú eta nógv meira, og framvegis klænka.

KALORIUBÝTIÐ
Íðkar tú eitt sindur, og klárar at eta seks ferðir um dagin, so kunnu kaloriurnar til dømis býtast soleiðis, um tú altso vilt verða klænri:

Morgunmatur: 330 (kvinna) og 360 (maður)
Biti: 200 (kv) og 230 (kall)
Døgurði: 360 (kv) og 400 (kall)
Millummáli: 200 (kv) og 230 (kall)
Náttari: 360 (kv) og 400 (kall)
Kvøldarbiti: 150 (kv) og 180 (kall)

Samlað 1500 kaloriur (kcal) fyri kvinnur og 1800 kaloriur (kcal) fyri menn.

Íðkar tú ikki, so mugu tølini eitt sindur meira niður, men ein, sum íðkar og bert etur mat sum svarar til hesi tøl, vil klænka.

Minst til at fyrireika tey upp á, at tú skalt eta so ofta. Oftast eru tað bitin á morni og millummálin, sum fólk gloyma, og gerast tey svong í hesum tíðarskeiði, eta tey bara okkurt – ofta bæði søtt og feitt.

Hav tí okkurt við í taskuni, um tú skalt út. Tað kann t.d. vera frukt, grønnmeti (agurk, piparfrukt o.l.) í einum posa, brotbreyð ella ein posa við nøtum (nøtir metta væl, men innihalda nógvar kaloriur, so ikki eta ov nógvar í senn).

Góða eydnu við klænkingini, og minst til: Dettur tú útí, og kveylar eina hálva skuffukøku í teg okkurt kvøldi, so sig við teg sjálva/n, at hatta var tað. Í morgin haldi eg fram við at eta eftir ætlanini og íðka.

Lesið meira um brenning, og tað at stríðast við at fáa tey síðstu kiloini av:
http://www.dr.dk/DR1/Firmakuren/Artikler/Kost/


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Náttmatur fitar ikki…

Tað finnast nógvar íspunnar søgur, tá tað snýr seg um…

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…