Nú havi eg endiliga funnið útav, hvussu tú skalt fáa hetta soltið roykt kalkun-flesk broyskið og leskiligt. Havi fyrr roynt at stokt tað á pannu, men ótolni hevur havt við sær, at eg havi tikið tað av pannuni ov tíðliga.
Var til familjudøgurða hendan dagin, og har var m.a. eitt lekkurt salat við fleskabitum, og tá eg spurdi, fekk eg at vita, at tað var soltið kalkun-flesk frá Den Grønne Slagter (tað fæst eisini frá øðrum framleiðarum). Fleskið var passaliga hart og smakkaði óført. Tá eg spurdi, hvussu matmóðurin hevði fingið tað so gott, segði hon mær, at tað hevði fingið so leingi, sum tað skuldi hava í ovni við 220 stigum á luft. Einar 12 min var tað nokk, men hon ráddi mær til at halda eyga við tí, tá tað hevði fingið ca. 10 min, og so tora at bíða til tað var blivið eitt sindur myrkt og hart.
Tað er stórur munur á kaloriuinnihaldi á soltnum kalkunfleski og vanligum fleski av svíni, men munurin á smakkinum var ikki so stórur (tó at hann er har).