Spæl er eisini rørsla

Deil á Facebook
Mikudagur 25. mai 2011 - 08:30

Heimasíðan hjá Gigni hevur lagt nakrar greinir út í sambandi við, at tað er úti vika hesa vikuna. Millum annað eina spennandi grein um tað at spæla. Vit endurgeva hana niðanfyri, men vitja eisini heimasíðuna hjá Gigni, har annar lesnaður finst. Slóð niðast.

At røra seg er eitt av átta kostráðunum, og ein týdningarmikil partur av einum heilsugóðum lívi hjá børnum og vaksnum.

Heilsuráðið niðri mælir til, at øll børn røra seg í minsta lagi 60 min. dagliga, meðan vaksin eiga at røra seg í minsta lagi 30 min.

Rørsla á ymiskan hátt mennir barnið. Bæði tá ið viðvíkur vøddam og styrki í liðum og vøddum, men eisini viðvíkjandi javnvág, samskipan, samspæli o.s.fr.

Børn røra seg einamest við at spæla, og tað er eisini týdningarmikið, at rørsla í mestan mun kennist sum eitt spæl fyri barnið. Tað er týdningarmikið at barnið kann hava tað stuttligt meðan tað rørir seg, og tí eru ymisk rørsluspøl væl hóskandi fyri at fáa børn at røra seg í gerandisdegnum.

At spæla ymisk spøl úti er eisini eitt gott høvi hjá børnum og vaksnum at hava góðar felagsløtur, eins og at menna samspælið.

Vit ynskja tí at seta sjóneykuna á ymisk spøl, sum umframt at vera stuttlig at spæla, eisini hava við sær, at børn og vaksin eru likamliga virkin.

Gigni á netinum:
http://www.gigni.fo


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…