Strongd kann elva til demens

Deil á Facebook
Mikudagur 25. august 2010 - 08:09

Ein stór svensk kanning vísir, at kvinnur, sum hava upplivað strong miðskeiðis í lívi sínum, eru í nógv størri vanda fyri at fáa demens, serliga Alzheimer, enn kvinnur, sum ikki hava upplivað strongd. Kanningin byggir á upplýsingar hjá 1415 kvinnum, sum eru fylgdar í 35 ár. 161 kvinnur fingu sum frá leið okkurt slag av demens-sjúku staðfesta, og tær kvinnur, sum í longri tíðarskeið miðskeiðis í lívi sínum høvdu verið sjúkar av strongd, høvdu 65 prosent størri kjans fyri at fáa demens.

Kanningin, sum er ein greining av heilsukanningum hjá svensku kvinnunum í 1968, 1974, 1980, 1992 og 2000, er almennakunngjørd í tíðarritinum Brain.

Granskarar funnu eisini útav, at strongd var størri einstøk orsøk til demens enn yvirvekt, útbúgving, royking, ov høgt blóðtrýst, hjarta- og karsjúkur og rørslu-vanar.

Kelda:
forskning.no


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…