Fitness-hølini eru full av ungum fólkum, sum vilja vera kløn ella sterk ella bæði. Men tey, sum kanska áttu at fylt fitness-hølini, eru tey eldru. Tað hevur nevnilga ómetaliga stóran týdning, at eldri fólk eru sterk – væl at merkja, um tey vilja hava eitt betri lív, og hvør vil ikki tað?
Tá tú gerst 70 ár, er vøddamongdin minka 30 prosent í mun til ein 25 ára gamlan. Men tað ber til at íðka, soleiðis at vøddarnir ikki minka so nógv, og á tann hátt klára betri at bera upp á viðkomandi, og gera tað fysiska arbeiði, sum ein vil. Eitt 70 ára gamalt fólk, sum er í góðari venjing, kann tí gott hava somu vøddastyrki, sum ein 35 ára gamal, ið einki ger fyri at hada seg í form.
Men hvussu nógv skal ein so venja. Ja, teir flestu serfrøðingar mæla til í minsta lagi 30 minuttir av moderatari fysiskari rørslu um dagin. Tað kann t.d. vera ein gongutúrur við góðum tempo. Men tað er ikki nóg mikið. Afturat tí, skal tú tríggjar ferðir 20 minuttir um vikuna íðka somikið hart, at tú fært sveittan fram. Tað kann t.d. vera badminton, fitness, renning o.a. Hesi ráð eru galdandi fyri bæði gomul og ung.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…