Asparges eru millum leskiligastu summarupplivingarnar á matarlepanum. Tey fáast bæði hvít og grøn, og bæði sløgini eru líka lekkur. Hvít asparges verða flust við eplaflysara, og kókað í søltum vatni í einari 10 minuttir. Tey grønu skulu bara líka hava eitt uppkók í søltum vatni. Tey grønu rigga eisini sera væl at grilla.
Talan er um fínan og eindaldan mat, sum stendur væl einsamallur. So ansa eftir ikki at yvir-matgera tey. Asparges ganga sera væl saman við sitrón og olju. Bjóða nýdampað asparges aftur við heitum mati, ella brúka tey sum snack, til dømis á einum vøkrum summarfrokostborði ella í matpakkanum. Asparges rigga væl at balla inn í roykta skinku, har tú kanst hava hunangsmelón og góðan ost afturvið. Ella tú kanst gratinera tey við osti, antin í ovninum ella í grillpakkum.
Her er ein lítil summarasparges forrættur við sitrónkrem, hóskandi til romantikk ella kanska ein góðan bindiklubb.
Tak eini 20 nýggj, grøn asparges. Sker nakrar sentimetrar av í neðra og skola tey. Smyr tey við olivenolju og grilla tey í einar fimm minuttir. Legg tey tvørturum rimarnar á grillini, so tey fáa fínar brankaðar rípur. Vaska eina økologiska sitrón og ríva skalið niður í eitt ílat av súrróma. Smakka við salti og pipari.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…