Tað er ongantíð ov seint at fara undir at venja.

Deil á Facebook
Hósdagur 27. oktober 2011 - 15:00

Amerikumenn - og kvinnur - hava gjørt nógvar kanningar. M.a. um tað loysir seg at fara undir at renna, tá man er farin um tey 50 og ongantíð hevur runnið fyrr.

Kanningarfólkini kannaðu 2000 fólk yvir eitt 15 ára tíðarskeið. 1000 av hesum fóru at renna eftir at tey vóru fylt 50, meðan hini 1000 framvegis einki gjørdu.

Kanningin vísti, at fyri heilsuna var stórur munur á hesum báðum bólkum, eftir at hesi 15 árini kanningin vardi, vóru farin.

Av teimum 1000, sum vóru farin at renna, doyðu 16 prosent gjøgnum hesi 15 árini, meðan heili 34 prosent av teimum inaktivu vóru doyðu..

Við aldrinum koma eisini ymiskir heilsuligir trupulleikar og kanningini vísti, at tað gingu minst 10 ár longri áðrenn trupulleikarnir vístu seg hjá rennarunum, í mun til tey sum ikki runnu.

Tey fyrstu árini runnu rennararnir 3 ferðir um vikuna og sjálvt um teir tey seinnu árini kanska fóru niður í einaferð um vikuna, sást tað ikki so væl aftur á teimum heilsuligu fyrimununum. Teir vóru framvegis har. Aðrar kanningar hava eisini víst, at tann heilsuligi fyrimunurin er størstur millum at røra seg ongantíð og einaferð um vikuna. Heilsan batnar meira um tú rennur tvær ferðir um vikuna, men ikki so nógv aftrat, sum tá man fer frá ikki at røra seg, til at røra seg einaferð um vikuna.

Til seinast kunnu vit siga at jú verri konditiónin er, minni skal til fyri at tað hjálpir!


Hanus Højgaard
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini