Fyri einum tveimum vikum síðani var nógv skrivað um, at koppingarevni ímóti beinkrími til frísk fólk ikki riggaði so væl. Ein kanning, sum varð gjørd í Italia kom fram til, at bert ein av 100 slapp undan beinkrími við at lata seg koppseta. Men tað er als ikki øll, sum taka undir við italsku kanningini.
Ein av teimum er Anders W. Jørgensen, sum er phd-lesandi á Norðurlendska Cochrane stovninum. Hann skrivar í grein á videnskab.dk, at kanningar hjá júst Cochrane stovninum vísa, at ein av fýra fær gangn av slíkari koppseting. Tað snýr seg um at koppseta fyri tað krím, sum er frammi, sigur hann m.a. í greinini, sum slóð er til niðanfyri.
Meira á:
http://www.videnskab.dk/content/dk/blogs/sund_skepsis/vaccination_-_skal_skal_ikke
Eldri grein á Grams um koppseting, sum ikki riggar so væl:
http://www.grams.fo/node/1029
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…