Tey, sum hava upplivað at sova illa, vita hvussu órógvandi tað er fyri gerandisdagin. Hendir so tað, at tú slett ikki, ella nærum ikki, svevur eina nátt, so er dagurin so at siga farin í fisk. Men hvussu nógv skal eitt vanligt fólk sova? Sambært serfrøðingum er tað best at sova millum 7 og 8 tímar hvørja nátt. Svevur tú minni enn tað, er lættari at gerast strongd/ur og fáa aðrar sjúkur, tí verjuevnið hjá kroppinum minkar.
-Tað er tó óheppið at sova 10 tímar ella meira hvørja nátt. Hetta økir um vandan fyri hjartasjúku og krabba, skrivar Kristiane H. Halkier, cand. scient, á heimasíðuni Gomotion.dk.
SUNT AT SOVA
Um tú svevur regluliga og nóg leingi hvørja ferð (altso millum 7 og 8 tímar), so minkar mongdin av kortisol í kroppinum. Kortisol er strongdarhormonið í kroppinum. Nóg nógvur svøvnur, økir um innlæringsevnini, og harafturat eru fólk í betri lag, tá tey hava sovið nóg nógv.
Týdningarmikil feitt- og matarlyst hormonir, so sum leptin og ghrelin, virka eisini best, tá fólk sova væl. Hesi evni hjálpa m.a. fólki at halda vektina.
OPIÐ SVØVNVINDEYGA
Granskarar tosa um eitt fyribrigdið, sum teir rópa ”Opnað svøvnvindeygað”. Hetta tíðarskeið er frá klokkan 22 til 23.30. Vanliga, so vilja tey flestu hava lættast við at sovna í hesum tíðarskeiði, og tað skulu tey endiliga gera, verður rátt til. Í hesum tíðarskeiði er melatonin-mongdin í kroppinum høgt, og tað hevur við sær at fólk fáa meira av tí djúpa svøvninum, heldur enn tí lætta droymandi svøvninum, sum vit uppliva út ímóti morni.
GÓÐ RÁÐ TIL BETRI SVØVN
Raðfest svøvnin høgt, serliga um tú arbeiðir og/ella íðkar nógv.
Far til songar og far upp um somu tíð hvørt kvøld og hvønn morgun.
Ert tú ordiliga móð/ur ein dag, so fá tær ein lítlan blund á sofuni um trý tíðina seinnapartin, einar 20 til 30 min. Hetta tíðarskeið er minst órógvandi fyri náttarsvøvnin.
Tryggja tær, at sovikamarið hvørki er ov heitt ella kalt. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu heitt fólk vilja hava tað, men millum 18 og 20 stig er á góðari leið. Í hvussu so er ikki heitari.
Og hatta við at minka um kaffi-drekkaríið á kvøldi, er eisini eitt gott ráð. Sukur og alkohol ávirkar eisini svøvnin neiliga.
Um tú ferðast við ella ímóti sólini, er neyðugt at sova eitt sindur meira, fyri at minka um ”jet-lag”.
Tilvildarlig mynd.
Kelda: Goform.dk
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…