Út at røra seg

Deil á Facebook
Hósdagur 19. mai 2011 - 10:58

Útivikan hevur vundið uppá seg seinnu árini, har arbeiðspláss, stovnar, kommunur, miðlar, ja, stórt sæð øll hava tikið undir við henni og hava gjørt nógv burturúr. Somuleiðis fara ØLL fólk at ganga og røra seg enn meira enn tey vanliga gera í Útivikuni 2011.

Í ár er eisini kostár, og eitt av kostráðunum er: Rør teg minst 30 minuttir um dagin. Tískil fara øll fólk at ganga til arbeiðis, til handils, í skúla – har tey annars koyra bil.

Útivikan byrjar mánadag 23. mai og mikudagur 25. mai er fyrsti summardagur, so passandi kunnu vit siga, at summarið byrjar við Útivikuni.

Øll kenna fyrimunirnar av at seta bilin og at ganga og harvið røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Hetta er ein liður í at gera tað lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini. Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið – og ganga.

Ætlandi skulu ØLL vera við í hesum tiltaki: ung sum gomul, tey, ið hava stutt til arbeiðis, tey, ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga. Ætlanin er eisini, at fyrsta dagin í Útivikuni, tá gott veður er, fara øll til gongu uppá eitt fjall.

Vónandi koma allar fyritøkur í Føroyum at luttaka og royna at eggja sínum starvsfólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Eisini stovnar, skúlar og kommunur verða biðin um at taka Útivikuna til sín og t.d. skipa fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum – tit avgera púra sjálvi, hvussu tit leggja útivikuna til rættis.

(Tíðindaskriv)


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…