Tað er als ikki soleiðis, at tú doyrt um stutta tíð, um tú ikki hevur sovið so væl í seinastuni, men vánaligur svøvnur er ein ávaring um, at kroppurin, og kanska serliga høvdið, ikki hevur tað so gott.
Ein stór fronsk kanning, har 17.000 starvsfólk Gaz de France vórðu kannað í eitt longri tíðarskeið (20 ár), vísir at mannfólk við svøvntrupulleikum oftari taka sítt egna lív, enn tey, sum sova væl. Harafturat vita vit, at vánaligur svøvnur kann geva fólki eitt ov høgt blóðtrýst og økja um vandan fyri typu 2 diabetis, sum bæði kunnu stytta um lívið. Tað skrivar DR í heilsuteigi sínum á heimasíðu síni.
Í fronsku kanningini luttóku nógv fleiri menn enn kvinnur, so tað ber ikki til at siga nakað beinleiðis um øktan vanda fyri sjálvmorði hjá kvinnum út frá kanningini, men mett verður, at vandin er tann sami fyri bæði kynini.
DJÚPI SVØNURIN
Tá fólk sova illa, uppliva tey ikki tann djúpa svøvnin, sum er tann, ið vit mugu hava, fyri at kunnu byggja upp og fyrireika okkum til næsta dag. Sambært serfrøðingum koma svøvntrupulleikar ofta av, at fólk eru á veg til at gerast hugtung (depressiv) ella strongd – ella longu eru tað.
Tann djúpi svøvnurin er hjá teimum flestu á miðjari nátt, so tað nyttar einki at liggja vakin meginpartin av náttini, og so sova til middags.
Svevur tú illa ella nærum einki, leita tær so hjálp hjá kommunulækna.
Franska kanningin er almannakunngjørd í:
American Journal of Epidemiology
Kelda og lesið meira á:
http://www.dr.dk/sundhed/dinsundhed/artikler/2011/0328144625.htm
Lesið eisini Grams-greinina "Tann týdningarmikli svøvnurin" við góðum svøvn-ráðum á:
http://www.grams.fo/node/758
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…