Grams prei. Tit kenna kanska hesar sonevndu skrubbu- ella skúrihandskarnar. Teir bøta eftir øllum at døma um blóðrenslið í kroppinum, um tú skúrar allan kroppin, tá tú ert í bað. Slíkir handskar kosta ikki tað stóra. Á slóðini niðanfyri kunnu teir t.d. keypast fyri 12.50 krónur (kunnu eisini keypast ymsastaðni í Føroyum). Men teir kunnu brúkast til annað enn kroppin. Tá tú vaskar grønmeti, og serliga eplir, kanst tú lata teg í handskarnar, og vask eplini við hond, so gongur tað sum eitt spæl.
Slíkir handskar eru gjørdir til at tola vætu, so tað er bara at skola teir væl, tá tú ert liðug/ur, lata teir torna, og so taka teir fram aftur, tá tú skalt matgera næstu ferð.
Nethandil við bíligum skúruhandskum:
http://www.copenhagentan.dk/shop/skrubbehandsker__pr__par-p-435.html
NB: Og sjálvandi er tað ráðiligt ikki at brúka somu handskar til eplini, sum tú brúkar í baðnum :-)