Vikuskiftismatur: Heit grisk eplasalat

Deil á Facebook
Leygardagur 29. oktober 2011 - 04:00

Eplir og fetaostur rigga avbera væl saman. Brúkar tú heit eplir, trekkja tey harafturat enn meira smakk burturúr ostinum. Her er ein leskilig uppskrift upp á heita griska eplasalat við oliven og persillu.

TILFAR til 4 pers.
750 gr lítil eplir
1 fínt skornan vanligan leyk ella reyðleyk.
100 gr av fetaosti, ella onkrum líknandi, nú tað bert eru grikkar, ið kunnu brúka orðið feta. Tað kann t.d. verða salat-ostaterningar.
2 spísiskeiðir av olju
1 spísiskeið av sitrónsaft
nakrar oliven (einar 20)
Møguliga hakkaða persillu

FRAMFERÐARHÁTTUR
Vaska eplini væl. Kóka tey í einar 25 min, ella til tey eru liðugt kókað. Brót ostin í smærri bitar, um hann ikki er keyptur í terningum. Stoyt vatnið av eplunum, lat tey standa eina lítla løtu (2 min), og sker so eplini í helvt (óflust). Blanda eplir, ost, leyk, olju, oliven og persillu saman í ein bolla. Smakka til við salt og pipar og set á borðið.

Umleið 5000 kilojoule samlað (1200 kal).

Kelda:
Lesliga eftir uppskrift á Arla.dk


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini